Ofta spurdir spurningar

Triðja prik
Tey sum ynskja at fáa triðja prik í koronupassið, skulu bíleggja koronupass á síðuni her og velja triðja prik. Kostnaður er kr. 100
Tað ber til at bíleggja sær eina tíð og møta uppá skrivstovu okkara á Hoyvíksvegi 51 í Havn. Tað er eisini møguleiki at velja sjálvgreiðslu uttan at møta upp.


Hvat er eitt talgilt koronupass?
Tað er eitt talgilt skjal sum prógvar tína koppseting. Tú hevur fleiri møguleikar at fáa talgilt koronupass.
Sum nakað nýtt kanst tú fáa coronapass uttan Nemid. Tú skalt bert hava CPR-nummar. Tú kanst fáa eina eitt PDF skjal við QR kotu sum prógvar tína koppseting.

Um tú hevur Nemid kanst tú brúka appina Coronapas. Á appini sært tú títt koronupass við QR kotu. Tú kanst eisini rita inn á sundhed.dk og taka niður títt talgila koronupass.

Hvat krevst fyri at fáa koronupass?
Tú skal hava danskt CPR-nummar. Um tú skalt brúka appina, skalt tú hava Nemid.

Hvussu fái eg Nemid?
Tú skalt seta teg í samband við Ríkisumboðið. Tey hava heimasíðu www.rigsombudsmanden.fo og telefonnummar 201200

Er tað nóg mikið at hava Nemid til bankan?
Nei, tú kann skalt hava Nemid við digitalum signaturi. Men bankin kann hjálpa tær við at knýta digitalan signatur til tín verandi Nemid. Her er vegleiðing hvussu tú kanst tú knýta digitalan signatur til títt Nemid, trýst her
Sum áður nevnt kanst tú fáa koronupass uttan Nemid. Tað er bert í samband við appina coronapas ella sundhed.dk at Nemid er krav.

Hvussu veit eg um mítt Nemid hevur digitalan signatur?
Tú kanst royna at rita inn á www.sundhed.dk. Riggar tað, hevur tú Digital signatur. Um ikki, so skal tú seta teg í samband við Ríkisumboðið.

Kann eg fáa Nemid við føroyskum p-tali?
Nei, tú skalt hava danskt CPR-nummar

Hvaðan fái eg CPR-nummar?
Ríkisumboðið útvegar CPR-nummur. Á heimasíðuni www.rigsombudsnamden.fo er eitt skjal, ið skal útfyllast og sendast til Ríkisumboðið.

Eg havi eitt gamalt CPR-nummar – riggar tað?
Øll CPR-nummur eru virkin.

Hvussu leingi tekur tað at fáa koronupass frá tí, eg havi Nemid og CPR-nummar?
Vanliga sama dag. Er tað bráðfeingis tørvur ber til at gera tað skjótari. Tú skalt skráseta teg á heimasíðuni coronapass.fo. Møta upp á Hoyviksvegi 51 í Havn. Læknin hjá Thetis leggur upplýsingarnar inn, so tú fært coronapass.

Skal eg hava eina app?
Nei, vit kunnu senda tær koronupassið sum PDF skjal ella útskriva skjalið. Um tú hevur Nemid kanst tú downloada PDF skjalið á sundhed.dk ella brúka appina Coronapas. Appin er tøk á Google Play og Apple Wallet.

Kann eg fáa hjálp við hesum?
Thetis hevur fólk, ið kunnu leiðbeina og hjálpa við at taka appina niður á fartelefonina og gera neyðugu setingar, so títt koronupass er klárt.

Hvussu geri eg mítt Nemid virkið?
Tú skalt inn á heimasíðuna nemid.nu – har er leiðbeining.

Er danska koronupassappin altjóða góðkend?
Danska koronupassappin er altjóða góðkend og 1. juli 2021 verður bert ein evropeisk app.