Bílegg
Coronapass
Vit hjálpa føroyingum við at fáa danskt/evropeiskt coronapass.
Ert tú koppsett/ur við Moderna, AstraZeneca ella Pfizer/Biontech-vaksinu, kunnu vit skráseta tína koppsetingartilgongd soleiðis, at tú fær eitt pass, sum er galdandi í Danmark og øðrum londum í Evropa.
Upplatingartíðir í Tórshavn, Hoyviksvegur 51(har rúsan var fyrr)
Hvønn gerandisdag kl. 8.30-9.30
Leygardag, sunnudag og heilidagar kl. 10-11
NÝGGJ TÆNASTA
Sjálvgreiðlan er opið alt samdøgrið – ikki neyðugt at møta upp
Bílegg coronapass og vel sjálvgreiðslu
Tú skal uploada skjøl. Coronapassið verður klárt innan fáar tímar
Annars sambært avtalu á tlf. 791804 ella á teldupost info@coronatest.fo
Fyrsta og annað prik kr.250
Triðja prik kr. 150
føroyingar hava longu fingið coronapass
Møguleikar
Koronupassið gevur teimum, sum eru koppsett fyrru ferð, galdandi pass eftir 14 dagar í 42 dagar. Tey, sum eru koppsett aðru, triðju og fjórðu ferð, fáa pass uttan úrgildiskomu.
Krøv
– Tú skalt hava CPR-nummar
– Tú kanst skjalfesta tína koppseting
– Tú skalt skráseta teg á coronapass.fo
– Tú kanst møta upp hjá Thetis við skjølum ella velja sjálvgreiðslu og avgreiða viðurskiftini á netinum
– Tú ert koppsett/ur við Pfizer/Biotech, Moderna ella AstraZeneca.
Hvar fái eg CPR og Nemid?
Fyri at fáa CPR-nummar og Nemid skalt tú seta teg í samband við Ríkisumboðið. Tey hava heimasíðuna rigsombudsmanden.fo
Nýtt
Tín peningastovnur kann vegleiða hvussu tú kann aktivera tín digitala signatur til Nemid.
Tú kann sjálv/ur aktivera títt NemID á heimasíðuni nemid.nu
Treytin er, at tú hevur NemID(til føroyskan peningastovn) og at títt CPR-nummar er tøkt í tínum passið(reytt pass).
Einki Nemid?
Nú ber til at fáa coronapass uttan Nemid. Tað er ein pappírsútgáva ella PDF skjal. Fyri hesa tænastu skal tú ringja ella møta uppá skrivstovu okkara.
Eingin eykakostnaður fyri hesa tænastu.
Hvussu nógv kostar passið?
Tænastan kostar kr. 250
Triðja prik og fjórða
Tey sum ynskja at fáa triðja prik og fjórða í koronupassið, skulu bíleggja koronupass á síðuni her og velja triðja ella fjórða prik. Kostnaður er kr. 150.
Tað ber til at bíleggja sær eina tíð og møta uppá skrivstovu okkara á Hoyvíksvegi 51 í Havn. Tað er eisini møguleiki at velja sjálvgreiðslu uttan at møta upp.
Tænastan kostar kr. 150
Soleiðis fært tú títt Coronapass
Gev gætur: Tú mást vera koppsett/ur við Pfizer/Biontech
vaccinu áðrenn til ber at skráseta teg til eitt danskt/evropeiskt coronapass.

Skráset teg

Tú møtir upp hjá Thetis ella velur sjálvgreiðslu
Okkara læknar takað avrit av tínum passi og tí gula vaccinukortinum. Góðkendar koppsetingar eru Moderna, Astrazeneca og Pfizer/Biontech

Títt coronapass er klárt
Tá ið tú hevur fingið váttan frá Thetis kanst tú rita inn á sundhed.dk ella nýggju appina coronapas sum er tøk á Google Play og Appstore
Ring: 79 18 04